Trivnaðarnevndin viðger vælferðarlóg

Trivnaðarnevndin viðger vælferðarlóg
Tíggju mál eru á skránni hjá nevndini í dag
Uni Rasmussen er formaður í Trivnaðarnevndini
 
03.03.2020 - 09:06

Trivnaðarnevndin fer á fundi í dag at viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um vælferðarlóg, sum hevði fyrstu viðgerð tann 14.november.

Men nú hevur landsstýrið gjørt eitt uppskot, sum ikki er um tað sama, sum landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, legði fyri tingið í seinasta valskeiði, men sum fall burtur, tá løgtingið fór í summarfrí í fjør. 

Hetta er uppskotið, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi løgdu fram aftur fyrst í november í fjør og sum enn er í Trivnaðarnevndini.

Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, er ikki lagt fram enn.

Tíggju mál eru á skránni hjá Trivnaðanevndini í dag. Teirra millum eru uppskotið hjá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk, og uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um broytingar í dagpengalógini.

Innkallingar

Nakrar innkallingar eru gjørdar í sambandi við uppskotini um at broyta lógina um dagpengar.

S&K felagið, Landsfelag pensjónista, Megd, Krabbameinsfelagið og landsstýriskvinnan í almannamálum hava fingið fundarboð.

Seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni er fríggjadagin. Løgtingið fekk nógv lógaruppskot seinasta fríggjadag, sum var seinasti dagur at lata inn uppskot.

Hvussu nógv uppskotini eru, vil løgtingið ikki upplýsa. Men landsstýrið hevur sjálvt boðað frá, tað hevur 27 uppskot.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120