SAS flýgur sum vanligt

bannari
SAS flýgur sum vanligt
Hóast Atlantsflog í gjár boðaði frá, at tey skerja flúgvingina munandi, so hevur SAS framvegis vanliga flúgving til Føroya.
 
14.03.2020 - 15:01
SAS hevur rutuflúgving til Føroya, tað vil siga, at eitt flogfar um dagin frá SAS lendir í Vágum, tó undantikið leygardag.
 
SAS flýgur sum vanligt, sum støðan er nú, sigur Christoffer Meinert, kunningarstjóri hjá SAS við útvarpið, hoyr samrøðuna her:
 
1357866

- Sum nú er gera vit ongar broytingar í rutunetinum til Føroya. Tað er tó ein trupul og avbjóðandi støða fyri SAS, tí umframt coronasmittuna, hevur Danmark eisini stongt sínar landagrensur, og tí tillaga vit okkara virksemi leypandi, sigur Christoffer Meinert.
 
Hann sigur víðari, at tað er framvegis eftirspurningur eftir at koma til Føroya, og so leingi tað er tað, so flýgur SAS sum vant.
 
- Tað kann tó skjótt broytast, tí er eingin eftirspurningur, so gevur heldur ikki meining at flúgva hvørki fíggarliga ella tá hugsað verður um umhvørvi, sigur Christoffer Meinert.
 
Viðvíkjandi atlitum til coronasmittu sigur Christoffer Meinert, at tey fylgja leypandi tí, sum myndugleikarnir siga.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439