Býarbussarnir í Havn koyra - men ikki fyri øllum

bannari
Býarbussarnir í Havn koyra - men ikki fyri øllum
Bussleiðin í Havn er ætlað starvsfólkum, sum røkja serligar uppgávur, sigur Tórshavnar Kommuna, sum mælir eldri fólki frá at brúka bussin fyribils
 
17.03.2020 - 07:02

Bussleiðin í Havn koyrir enn; men ætlanin er ikki, at almenningurin skal brúka hana.

- Bussleiðin er serliga ætlað starvsfólkum, sum røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur, skrivar Tórshavnar Kommuna, sum heitir á eldri fólk um ikki at brúka bussarnar fyribils.

Tey, ið brúka bussin, skulu inn aftanfyri. Fremra hurðin er stongd, og band er sett fyri aftan fyri bussføraran fyri at halda fjarstøðu.

- Bussarnir verða sóttreinsaðir hvønn dag, og plakatir eru í øllum bussum, sum greiða frá reinføri, nú koronasmittan ger um seg í Føroyum, skrivar kommunan víðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342