Fimm milliónir arbeiðsleys eftir einari viku

bannari
Fimm milliónir arbeiðsleys eftir einari viku
22 milliónir fólk í USA hava síðstu fýra vikurnar søkt um arbeiðsloysistuðul
Fólk í bíðirøð at skráseta seg sum arbeiðsleys í Los Angeles fyrr í hesum mánaðinum
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
17.04.2020 - 09:29

Fleiri enn 22 milliónir amerikanarar hava síðstu fýra vikurnar boðað frá, at teir eru arbeiðsleysir. Tað skrivar blaðið The New York Times á netinum.

Talið av arbeiðsleysum í USA veksur skjótt í hesum døgum. Í gjár løgdust 5,2 milliónir aftrat talinum av arbeiðsleysum, ið sostatt er farið upp um 22 milliónir fólk.

 >> SÍ EISINI Tølini seta met: 10 milliónir fólk arbeiðsleys

Tað eru líka nógv størv, sum eru komin aftrat síðani seinasta fíggjarkreppan rakti fyri góðum 10 árum síðani, og tað er í øllum vinnum, skrivar The New York Times.

Stóra arbeiðsloysið leggur trýst á tilmælini um, at fólk skulu verða heima. Donald Trump, forseti, segði á tíðindafundi í gjár, at USA fer at lata uppaftur skjótt.

– Tað má vera javnvág í. Fólk mugu sleppa aftur til arbeiðis, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328