Nýggj sendifólk í London og Reykjavík

Nýggj sendifólk í London og Reykjavík
Tvær nýggjar sendikvinnur skulu setast á sendistovunum í London og í Reykjavík, boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá
Halla Nolseø Poulsen tekur við sum sendikvinna í Reykjavík eftir Petur Petersen, ið hevur verið sendimaður í Íslandi síðani 2015
 
19.05.2020 - 10:08

Kate Sanderson er tilnevnd sum sendikvinna í London, og Halla Nolsøe Poulsen sum sendikvinna í Reykjavík. Kate Sanderson er 59 ára gomul.

Hon hevur arbeitt í landsfyrisitingini síðan 1986. Hon var fyrsti stjóri í NAMMCO, Norðuratlantsnevndini fyri umsiting av havsúgdjórum, 1993-1998.

Kate Sanderson hevur umboðað Føroyar í ymsum millumlanda samstarvi og samráðingum, millum annað sum sendinevndarleiðari og samráðingarleiðari.

Hon var sendikvinna Føroya í Brússel frá 2012 til 2018. Kate Sanderson tekur við sum sendikvinna í London 1. februar 2021.

Verandi sendifólk taka við størvum í Føroyum

Halla Nolsøe Poulsen er 42 ára gomul, og hevur arbeitt í Uttanríkistænastuni síðani í 2005. Árini 2007-2016 var hon í starvi hjá Norðurlandaráðnum.

Síðani 2016 hevur Halla verið aftur í starvi í Uttanríkistænastuni, har hon millum annað hevur verið umboð Føroya í Norðurlendsku Samstarvsnevndini undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Harumframt hevur hon verið forkvinna í BREXIT-bólkinum hjá landsstýrinum. Halla Nolsøe Poulsen tekur við sum sendikvinna í Reykjavík 1. september 2020.

Áki Johansen hevur verið sendimaður í London síðani 2015, og Petur Petersen hevur verið sendimaður í Reykjavík síðani 2015. Teir fara aftur í starv í Uttanríkistænastuni heima í Føroyum, tá nýggju sendikvinnurnar taka við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963