Dagføra 20 bygningar fyri 33 mió. kr.

Dagføra 20 bygningar fyri 33 mió. kr.
Fíggjarnevndin leggur dent á, at dagføringin má ikki ávirka ætlanina um at byggja nýggjar vardar bústaðir fyri 200 mió. kr. 
Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum um at dagføra vardar bústaðir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.05.2020 - 08:59

33 milliónir krónur eru nóg mikið til at dagføra 20 bygningar við vardum bústøðum.

33 mió. kr. eru settar av til arbeiðið, og Fíggjarnevndnin hjá løgtinginum hevur fingið at vita frá Landsverki, at 33 milliónir eru nóg mikið.

Pengarnir verða játtaðir í fýra ár, frá 2020 til 2023.

Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu, um dagføringina.

Dagføringin fer samstundis at útvega 25 nýggj búpláss.

Fíggjarnevndin leggur dent á, at dagføringin má ikki ávirka ætlanina um at byggja nýggjar vardar bústaðir fyri 200 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655