Stórdystur í Gundadali í kvøld

Stórdystur í Gundadali í kvøld
HB spælir móti Víkingi í í toppdysti í Gundadali, KÍ tekur ímóti EB/Streymi og Skála og AB hittast í botnbraki
Adrian Justinussen hevur skotið seks av níggju málum hjá HB
 
28.05.2020 - 12:37

HB og Víkingur bresta saman í Gundadali í kvøld. 

Liðini, sum liggja á triðja og fjórða plássi á stigatalvuni, skulu berjast um at fylgja við B36, sum vann á TB í gjár og hevur fult stigatal.

HB hevur vunnið allar sínar dystir higartil, men hava ikki spælt ímóti nøkrum av liðunum, sum væntandi vera at síggja ovarliga á stigatalvuni. 

Føroyameistararnir eru komnir í gongd

KÍ tekur ímóti EB/Streymi við Djúpumýru. Føroyameistarin tapti í fyrsta umfari fyri B36, men hevur síðan vunnið tvær ferðir á rað á útivølli móti TB og ÍF. 

Síðsti dysturin í verður á Skála, har heimaliðið tekur ímóti AB. Skála hevur einki stig fingið burturúr higartil, meðan AB bert hevur tað eina. Kringvarpið sigur frá botndystinum.

Dystirnir í kvøld:

HB-Víkingur (17:00)
KÍ-EB/Streymur (19:00)
Skála-AB (19:00 - Kringvarpið sigur frá)


B36 og NSÍ gjørdu sína skyldu

Tveir dystir í fjórða umfari vóru í gjár.

Oddaliðið, B36, vann fjórðu ferð á rað á útivølli móti TB, og NSÍ vann sannførandi á heimavølli við Løkin móti ÍF, eftir tapið í Sarpugerði farna umfar.

Úrslit í gjár:

TB-B36, 1-3
0-1 Michal Przybylski, 7 min.
1-1 Poul Ingason, 29 min. 
1-2 Sonni Ragnar Nattestad, 42 min.
1-3 Meinhard Olsen, 49 min. 

NSÍ-ÍF
1-0 Klæmint A. Olsen, 8 min.
2-0 Klæmint A. Olsen, 50 min. 
3-0 Mórits Heini Mortense, 57 min.
4-0 Klæmint A. Olsen, 59 min.
5-0 Betuel Hansen, 76 min. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816