Forboðið at ferðast við hundi og kettu

Forboðið at ferðast við hundi og kettu
Vinnumálaráðið hevur sent uppskot um kunngerð til hoyringar
Vinnumálaráðið hevur gjørt uppskot um kunngerð, at tað skal verða forboðið at ferðast við hundi og kettu úr Føroyum og til Føroya
 
09.06.2020 - 07:53

Nú verður forboðið at ferðast við hundi og kettu úr Føroyum og aftur til Føroya.

Og treytirnar fyri at innflyta djór, sum ikki áður hava verið í Føroyum, verða herdar.

Tað stendur í uppskoti um kunngerð, sum er send til hoyringar.

Orsøkin til, at ætlanin er at herða reglurnar um hundar og kettur og onnur djór, er vandin fyri sjúkum.

Tænastuhundar, førarahundar og stuðulshundar eru undantiknir forboðnum fyri at ferðast uttanlands við hundi og kettu.

Varðveita djórasjúkustøðuna

Uppskotið um kunngerð skal tryggja, at góða djórasjúkustøðan í Føroyum verður varðveidd, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt uppskotið.

Uppskotið skal eisini gera fyrisitingina einfaldari, bæði fyri fólk og myndugleikar. Hoyringarfreistin er til 25.juni.

Sjálvt uppskotið um kunngerðina er, við fylgiskjølum, 33 A4 síður. Men ein samandráttur, sum er fimm síður, er eisini gjørdur.

Bæði eru á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, sum er uvmr.fo., tey eru undir uppskot til ummælis.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533