Frágreiðing: Leigugjald brúkast til viðlíkahald

Frágreiðing: Leigugjald brúkast til viðlíkahald
Mælt verður til, at almennir stovnar og ráð í framtíðini gjalda eina lítla húsaleigu fyri tær ognir, sum landið eigur, til viðlíkahald
 
11.06.2020 - 08:37

Almennir stovnar og ráð skulu gjalda húsaleigu, hóast tey eru í bygningum, sum landið eigur.

Tað stendur í frágreiðingini "Landsverk - avbjóðingar og átøk", sum Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, gav Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, í gjár.

Í frágreiðingini verður mælt til, at almennir stovnar og ráð í framtíðini gjalda eina lítla húsaleigu fyri tær ognir, sum landið eigur, til viðlíkahald. 

Húsaleiga hevði givið størri gjøgnumskygni

Mett verður, at 185 krónur fyri fermeturin um árið í húsaleigu høvdu givið 46 milliónir krónur. 46 milliónir krónur eru nóg mikið fyri at sleppa undan virðisminking og viðlíkahaldseftirsleipi. 

Og húsaleiga hevði givið størri gjøgnumskygni í raksturin hjá almennum stovnum og ráðum, stendur í frágreiðingini hjá Landsverki.

Tá Sigurd L. Lamhauge varð settur í starvið sum stjóri á Landsverki á heysti í fjør, varð hann biðin um at lýsa og meta um virksemið hjá Landsverki og, um neyðugt, endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum.

Tað hevur hann nú gjørt, og landsstýrið hevur fingið úrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329