Kanna 300 ferðafólk á Norrønu

Kanna 300 ferðafólk á Norrønu
160 ferðafólk koma beinleiðis úr Føroyum, og tí er ikki neyðugt at kanna tey
 
23.06.2020 - 15:22

300 av teimum 460 ferðafólkunum, sum koma við Norrønu inn á Seyðisfjørð í Íslandi í dag, skulu potast fyri koronu, tá tey koma í land.

Seinast, Norrøna kom til Íslands, vórðu potingarnar gjørdar umborð á skipinum. Men hesaferð hava eingi heilsustarvsfólk verið við á túrinum og avgreitt podingarnar, áðrenn Norrøna kemur til lands, skrivar íslendska kringvarpið.

Hin 160 ferðafólkini koma beinleiðis úr Føroyum. 

Grønland og Føroyar eru einastu øki, sum smittumyndugleikarnir í Íslandi lýsa sum IKKI-smittuøki.

Kanna fólk á bryggjuni

Smittuverjumyndugleikin á norðureystur-landinum í Íslandi hevur boðað frá, at frá í næstu viku, tá Norrøna fer undir summarsigling, verða ferðafólkini kannað á bryggjuni

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur við útvarpið, at felagið tryggjar sær, at ferðafólkini eru frísk og ikki hava fepur, tá tey koma umborð, og at tey ikki hava verið í sambandi við sjúk fólk.

Í Danmark verða ferðafólk, sum skulu við Norrønu, kannað á bryggjuni, og úrslitið av potingini er greitt, áðrenn tey skulu í land aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514