- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ vann í síðsta minutti
Dysturin millum Víking og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu var bara 12 minuttir gamal, tá Finnur Justinussen legði heimaliðið á odda 1-0.
Hendan støðan helt sær heilt fram til 82. minutt.
Tá javnaði norðmaðurin, Ole Erik Midtskogen, fyri gestirnar, og í 90. minutti var tað Páll A. Klettskarð, sum vann dystin fyri KÍ, tá hann setti bóltin í málið til endaliga úrslitið 2-1 til KÍ.
Trý mál upp á átta minuttir
Á Skála var heimaliðið, Skála, eisini á odda langt inn í dystin.
Skála legði seg á odda beint fyri steðgin við máli, sum Jan Ingason skoraði, og støðan helt sær heilt fram til 72. minutt.
Tá javnaði HB við brotssparki, sum Daniel Johansen setti í málið.
Minuttin eftir legði Heðin Hansen HB framum, og tá 80 minuttir vóru spældir, staðfesti Heðin Hansen sigurin, tá hann skoraði til 3-1 til gestirnar.
ÍF vann 1-0 á TB í Fuglafirði við máli sum Uros Stojanov skoraði í 59. minutti.
NSÍ mátti stríðast fyri sigrinum móti AB. Argjamenn javnaðu til 2-2 seint, men enn seinni skoraði Klæmint A. Olsen sigursmálið fyri toppliðið.
Og fríggjakvøldið vann B36 3-0 á EB/Streymi við Margáir.
KÍ og NSÍ vunnu, meðan B36 stríddi seg til javnleik
Í Betrideildini hjá kvinnum vunnu NSÍ og KÍ hvør sín sigur í sjeynda umfari.
NSÍ vann 6-2 á EBS/Skála á Eiði, meðan KÍ vann 3-2 á HB í Gundadali.
ÍVB var á odda við tveimum í hálvleikinum, men B36 stríddi seg upp aftur á 2-2 javnleik.