Góð útlit fyri danskari koppseting

bannari
Góð útlit fyri danskari koppseting
Statens Serum Institut hevur kanska eina koppseting móti COVID-19 klára seint í heyst
 
13.07.2020 - 15:23

Gongur tað sum ætlað, hevur danski stovnurin Statens Serum Institut eina koppseting móti COVID-19 seinni í ár. Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi. 

Stovnurin hevur roynt koppsetingina, sum kallast CoVAXIX, á mýs við góðum úrsliti, og fer í næstum at royna koppsetingina á apur, fyri at skunda undir at fáa koppsetingina góðkenda. 

Gongst sum ætlað, verður koppsetingin tøk longu seint í heyst. Tað sigur Anders Fomsgaard, professari og verkætlanarleiðari.

Talan er um eina ílegukoppseting, sum ger andevni, ið eru før fyri at basa sjúkuni. Vónirnar eru sera góðar, sambært verkætlanarleiðaranum, tí koppsetingin virkar eina tíð og forðar tí sjúkuni í at raka seinni aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576