Torført at fáa avloysara fyri landslæknan

Torført at fáa avloysara fyri landslæknan
Lars Fodgaard Møller farin í summarfrí, men hann er altíð fúsur at koma til Føroya, gerst tað neyðugt
Lars Fodgaard Møller, landslækni, fer í summarfrí mánadagin
 
31.07.2020 - 13:54

Koronusmittan breiðir seg í Danmark, og í gjár vórðu 91 nýggir tilburðir staðfestir.  Ein koronusjúklingur doyði í gjár.

Henda støðan hevur við sær, at tað er torført fáa avloysara fyri landslæknan í Føroyum, Lars Fodgaard Møller, sum fer í summarfrí mánadagin.

Lars Fodgaard Møller er staddur í Danmark í løtuni.

Hann sigur við Kringvarpið, at hann er til reiðar at bróta frítíðina av og koma aftur til Føroya, gerst tað neyðugt.

Hóast hann er í summarfrí, fer Lars Fodgaard Møller at taka sær av at smittuspora fólk í sambandi við koronu saman við teimum, sum starvast hjá landslæknanum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655