- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlækni: Serlæknapuljan er avgerandi fyri menning av serlæknaøkinum
Yvirlækni: Serlæknapuljan er avgerandi fyri menning av serlæknaøkinum
Í løtuni eru 25 serlæknar á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, men tørvurin er 48 serlæknar

Jan Rasmussen er leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
13.10.2026 - 17:00
Serlæknapuljan hevur havt til endamáls at seta nýggjar serlæknar, ið løn ikki hevur verið til frammanundan.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er hendan puljan tikin burtur.
Jan Rasmussen, leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tað er avgerandi fyri menningina av serøkjum í Føroyum, at serlæknapuljan heldur fram.
Í løtuni eru 25 serlæknar á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, men tørvurin er 48 serlæknar.
Tríggir serlæknar í diabetes og hormonsjúkum, eldrasjúkum og hjartasjúkum verða lidnir næsta ár.
Hoyr samrøðu við Jan Rasmussen í útvarpstíðindunum:
13102026_Jan_um_serlaeknar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























