Lítið av toski á landgrunninum

Lítið av toski á landgrunninum
Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstrolingar, og 200 hál vórðu gjørd
Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstrolingar undir Føroyum
 
26.08.2020 - 10:48

Lítið av toski er á landgrunninum.

Tað vísa yvirlitstrolingarnar sum Magnus Heinason hevur gjørt. Hann er júst liðugur við kanningarnar, har 200 hál vórðu tikin, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Sambært stovnsmetingunum vóru nøgdirnar av toski søguliga smáar í tíðarskeiðnum frá 2004 til 2017.

Meira til undir landi

Í 2018 var toskurin komin fyri seg aftur, men nýggjastu yvirlitstrolingarnar benda á, at tað í ár aftur er sera lítið til av toski á føroyska landgrunninum. 

Tað tykist vera nakað av toski nær landi, har rannsóknarskipið ikki fær roynt, og tí kann veruliga nøgdin av toski vera nakað størri, enn yvirlitstrolingarnar vísa. 

Bæði toskur og tann størra hýsan vóru sera illa í holdum. Hetta sást aftur í magakanningunum, har nærum einki varð etið av nebbasild.

Eisini var minni etið av hvítingsbróðri og krabbadýrum á botni. 

Frægari á djúpum vatni

Úti á djúpum vatni var tó nógv til av smáum svartkjafti, og har var toskurin væl fyri. Tað var framvegis nakað at fáa av hýsu, hóast tað var minni enn í fjør. 

Nógv var at fáa av hvítingi, gulllaksi og blálongu, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860