KÍ er føroyameistari

KÍ er føroyameistari
NSÍ megnaði ikki at vinna á ÍVB á heimavølli, og tað hevur við sær, at KÍ er føroyameistari, hóast nærum helmingurin av kappingini er eftir at spæla
Aftur á tindinum: KÍ er føroyameistari fyri aðru ferð á rað
 
30.08.2020 - 17:01

KÍ er føroyameistari í Betrideildini við kvinnum aðru ferð á rað.

Tað gjørdist greitt í dag, eftir at tær bláu vunnu 5-0 á B36, og NSÍ misti stig í javnleiki móti ÍVB í Runavík.

Einaráðandi

KÍ hevur verið einaráðandi í landskappingini í ár. 

Tær hava spælt 14 dystir higartil og hava vunnið teir allar.

Hørð kapping um annað plássið

Kappingin um hvør skal verða næstbest, er hinvegin hørð.

Nýggja liðið í Betrideildini, NSÍ er nummar tvey í løtuni við 17 stigum, men tað eru bert seks stig niður til B36 á fimta plássi. 

Dystirnir í dag:

B36-KÍ, 0-5
0-1 Tóra Mohr, 3 min.
0-2 Sanna Svarvadal, 61 min.
0-3 Evy á Lakjuni, 76 min.
0-4 Hervør Olsen, 83 min.
0-5 Durita Hummeland, 89 min.

EBS/Skála-HB, 1-0
1-0 Lea Lisberg, 44 min.

NSÍ-ÍVB, 2-2
0-1 Mary Ann Zachariassen, 9 min.
0-2 Jacoba Langgaard, 21 min.
1-2 Monika Samuelsen, 65 min.
2-2 Margunn Lindholm, 90+7 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096