- Tíðindi, mentan og ítróttur
B36 skal møta gomlum kenningum
B36 skal spæla ímóti The New Saints úr Wales á heimavølli í øðrum undanumfarinum til bólkaspælið í Europa League-kappingini.
Hetta varð greitt eftir at luttakast var fyri løtu síðani.
- Eri eri øgiliga væl nøgdur, sigur Jákup á Borg við Kringvarpið.
- Longu tá tað vórðu eini 30 lið í pottinum, tosaðu vit um, at tað besta helst hevði verið at fingið teir á heimavølli. Tá tað so hendi, kann mann ikki vera annað enn nøgdur.
- So skal eg skunda mær at leggja afturat, at øll liðini í pottinum eru sterk, og tað er ikki soleiðis, at vit kenna okkum tryggar um at koma víðari, leggur B36-venjarin afturat.
Dysturin skal spælast 17. september.
Ikki fyrstu ferð
B36 spældi eisini móti The New Saints í evropeiskum fótbólti í 2015. Tað var í undankappingini til Champions League.
Ta ferðina tapti B36 báðar dystirnar, 4-1 á útivølli og 2-1 á heimavølli.
The New Saints endaðu á 2. plássi í walisisku kappingini í fjør.