37 stilla upp til 18 sessir í umboðsráðnum

37 stilla upp til 18 sessir í umboðsráðnum
Valið til umboðsráðið í Ognarfelagi tryggingartakaranna verður frá 14. til 30.september.
Fólk, sum hava trygging hjá Betri, kunnu velja fólk í Umboðsráðið
 
03.09.2020 - 11:14

37 fólk hava stillað upp til teir 18 sessirnar, sum eru leysir í umboðsráðnum hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna.

35 fólk eru í umboðsráðnum, og 18 skulu veljast nú í september.

Valið verður frá 14. til 30.september.

Fyrri parturin, sum sleppur at velja, fær bræv 14.september, og hini fáa brævið 16.september.

15 kvinnur stilla upp

15 kvinnur stilla upp nú. Tá hini 17 í umboðsráðnum vórðu vald í 2018, stillaði eingin kvinna upp. 

Tvær kvinnur eru í umboðsráðnum nú, og tær standa báðar fyri vali hesaferð og stilla upp.  

Fólk, sum hava trygging hjá Betri, kunnu velja fólk í Umboðsráðið.

Fyri fyrstu ferð ber til at velja talgilt hesaferð. Men til ber eisini at velja upp á "gamla" mátan.

Velja nevndina 

Á fyrsta fundinum hjá nývalda umboðsráðnum velur ráðið formann. 

Hanus Toftheyggj í Hvalba, sum var næstformaður, bleiv formaður síðst í apríl, tá Jákup Egholm Hansen legði frá sær, sigur, at hann hevur ikki avgjørt enn, um hann bjóðar seg fram sum formann. 

Umboðsráðið er aðalfundur hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna og velur til dømis nevndina í felagnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860