Klæmint tryggjaði Føroyum sigurin við hælinum

Klæmint tryggjaði Føroyum sigurin við hælinum
Klæmint Andrasson Olsen varð hetjan í hvítum, tá hann við hælinum skeyt einasta málið í dystinum móti Andorra og tryggjaði Føroyum trý stig
Føroyskur fagnaður eftir leiðslumál frá Klæminti
 
06.09.2020 - 14:13

Klæmint Andrasson Olsen skeyt fyri annan dystin á rað mál í føroysku landsliðstroyggjuni og tryggjaði Føroyum trý stig afturat í Nations League-kappingini. Ein sigur, sum var ruddiliga uppiborin, hóast Føroyar ikki skaptu líka nógvar stórar møguleikar sum ímóti Malta fyri trimum døgum síðani. 

Føroyar vóru við yvirlutan mestsum beinanveg, men høvdu ilt við at spæla seg til møguleikar fyrstu løtuna.

Jóannes Bjartalíð og Sølvi Vatnhamar royndu seg báðir útifrá, men tað gjørdist ikki heilt farligt, meðan Hallur Hansson rakti bóltin við økslini, tá hann var leysur eftir horna.

Aftur Klæmint

Klæmint Andrasson Olsen skeyt sítt annað landsliðsmál móti Malta, og hann legði aftur Føroyar framum, tá 30 minuttir vóru spældir. 

Hallur Hansson fann framherjan, sum aftur fann liðfelagan høgrumegin í brotsteiginum, og tá innleggið kom, gjørdi Klæmint A. Olsen ikki mætari enn at hæla bóltin í málið.

Tómgongd í seinna hálvleiki

Lítið hendi frá byrjan í seinna hálvleiki. Føroyar hevði bóltin, og Andorra megnaði ikki at spæla seg fram til møguleikar. 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Klæmint A. Olsen nær við at økja um leiðsluna, tá hann skallaði innlegg frá Viljormi Davidsen framvið.

Meinhard Egilsson Olsen fekk besta kjansin hjá Føroyum í seinna hálvleiki seint í dystinum, eftir gott spæl í vinstru síðu, men skotið móti handaru stongini fór framvið.

Andorra royndi at trýsta síðstu løtuna, men Føroyar vardu væl, og fingu ein uppibornan sigur.

Andorra-Føroyar, 0-1
0-1 Klæmint A. Olsen, 31

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096