Breivik vil verða royndarleyslatin

Breivik vil verða royndarleyslatin
Breivik varð dømdur 21 ár í trygdarvarðhald fyri yvirgangsatsóknina í Noregi, sum kravdi 77 mannalív
Anders Behring Breivik hevur sitið avbyrgdur í átta ár
 
16.09.2020 - 11:41

Norðmaðurin, Anders Behring Breivik, sum er dømdur fyri yvirgang, krevur nú at verða royndarleyslatin.

Sakførari hansara hevur latið rættinum kravið.

- Hann hevur sitið avbyrgdur í átta ár eftir dómin, sigur Øystein Storrvik, sakførari.

21 ár

Breivik varð dømdur 21 ár í trygdarvarðhald fyri at hava dripið 77 fólk í Utøya og í álopi á stjórnarbygningin í Oslo 22. juli 2001.

Eftir dómin stevndi Breivik í 2015 norska statin fyri brot á mannarættindi. 

Hann fekk partvíst viðhald í býarrættinum í Oslo, men í landsrættinum varð niðurstøðan, at eingi brot vórðu framd á mannarættindi hjá Breivik.

Sakførarin hjá Breivik boðar nú frá, at Breivik fyrireikar nýggj rættarmál móti norska statinum um umstøðurnar í trygdarvarðhaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860