So gekk ikki longur hjá B36

So gekk ikki longur hjá B36
B36 tapti 3-1 fyri CSKA Sofia á útivølli, og sostatt endaði evropeiska ævintýrið hjá árstalsfelagnum, sum spældi seg víðari tríggjar ferðir
Úti á útivølli: Tað rakk ikki longur hjá B36, sum tapti í Sofia
Mynd: Facebook-vangin hjá B36  
 
24.09.2020 - 23:07

Tríggjar ferðir spældu teir seg víðari, men í kvøld gekk ikki longur hjá B36, sum mátti lúta fyri CSKA Sofia í Bulgaria. Bulgarska liðið skeyt seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki við málið frá Ali Sowe. 10 minuttir seinni økti Georgi Yomov, og so sá uppgávan torfør út.

Góvu ikki upp

Er tað nakað, sum hevur eyðkent B36 í Evropa í ár, so er tað, at teir ikki geva upp. Tað høvdu menninir hjá Jákupi á Borg heldur ongan hug til í kvøld. 

Tá eitt gott korter var spælt í seinna hálvleiki minkaði B36 um munin. Sebastian Pingel, sum helst spælir sítt besta kappingarár, síðan hann kom til Føroyar, skoraði. og so var spenningur aftur í dystinum.

Men so rakk tað ikki longur. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, avgjørdi Abdoulaye Jules Keita fyri heimaliðið.

CSKA Sofia-B36, 3-1
1-0 Ali Sowe, 27 min.
2-0 Georgi Yomov, 38 min.
2-1 Sebastian Pingel, 61 min.
3-1 Abdoulaye Jules Keita 83 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450