FM í súkkling: Dávur Magnussen vann einkultstartin

FM í súkkling: Dávur Magnussen vann einkultstartin
Dávur Magnussen hevur vunnið bæði býarsúkklingina og einkultstartin, áðrenn landavegarsúkklingina í dag
Dávur Magnussen hevur verið einaráðandi í FM í súkkling higartil
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
26.09.2020 - 12:13

Síðstu dagarnar hevur Dávur Magnussen vunnið bæði FM í býarsúkkling og einkultstarti. Í dag er landavegarsúkklingin á skránni.

í gjár var einkultstarturin súkklaður úr Hvalvík til Saksunar og aftur, og Dávur Magnussen var skjótasti súkklarin. Hann súkklaði teinin upp á 26 minuttir og 59 sekund. Helgi Winther Olsen kom á mál 51 sekund seinni, og Jákup Petur Eliassen fekk triðja plássið.

Hósdagin var býarsúkkling í Velbastað, og hana vann Dávur Magnussen eisini frammanfyri Helga Winther Olsen.

Í dag er landavegarsúkkling á skránni. Teinurin er úr Havn til Elduvíkar, har vent verður, og so niðan á Eiðisskarð, har málið er. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375