Jóan Símun aftur á landsliðnum

Jóan Símun aftur á landsliðnum
Fleiri av útisetunum eru aftur við í landsliðshópinum til dystirnar í oktober
 
28.09.2020 - 10:30

Fleiri av útisetunum eru nú aftur við í landsliðshópinum.

Tað er greitt, nú Håkan Ericson, føroyski landsliðsvenjarin hjá monnum, fyri løtu síðan kunngjørdi hópin til venjingardystin móti Danmark og UEFA Nations League dystirnar móti Lettlandi og Andorra.

Stóri spenningur hevur verið um úttøkuna hesaferð, nú fleiri av útisetunum aftur eru tøkir og í kjalarvørrinum av góðu úrslitunum hjá føroysku feløgunum í evropeisku kappingunum.

Stóra navnið í føroyskum fótbólti um vikuskiftið hevur verið Jóan Símun Edmundsson, sum leygardagin gjørdist fyrsti føroyingurin, ið bæði spældi og skoraði í týsku Bundesligaini.

Seinast Føroyar spældu gav hann avboð til dystirnar, men á tíðindafundinum í morgun gjørdist greitt, at hann nú aftur er við í hópinum.

Fleiri aðrir útisetar eru eisini við hesa ferð, ið ikki vóru í hópinum seinast, harímillum Gilli Rólantsson, Ári M. Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Rógvi Baldvinsson.


Liðið til dystirnar móti Danmark, Lettlandi og Andorra:

Málmenn:
Gunnar Nielsen, FH
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ

Verjuspælarar:
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Gilli R. Sørensen, Brann
Viljormur Davidsen, Vejle
Ári Mohr Jónsson, Sandnes
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ

Miðvallarar/Áleyparar
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, GAIS
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur
Sølvi Vatnhamar, Vìkingur
Brandur H. Olsen, Helsingborg
Hallur Hansen, AC Horsens
Dan í Soylu, HB
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Patrik Johannesen, KÍ
Jóan S. Edmundsson, Arminio Bielefeld

Føroyar spæla venjingardyst móti Danmark 7. oktober, áðrenn Lettlandi og Andorra vitja á Tórsvølli 10. og 13. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096