Gevst sum nevndarformaður í Kalallit Airports

Gevst sum nevndarformaður í Kalallit Airports
Johannus Egholm Hansen hevur verið formaður í nevndini í felagnum, sum byggir nýggjar floghavnir í Grønlandi
Johannus Egholm Hansen er givin sum nevndarformaður í grønlendska felagnum, sum byggir nýggjar floghavnir í Grønlandi
Mynd: Sermitsiaq  
 
01.10.2020 - 10:55

Johannes Egholm Hansen, sum hevur verið nevndarformaður í grønlendska felagnum, sum stendur fyri at útbyggja tríggjar floghavnir í Grønlandi, hevur lagt frá sær.

Tað er ein avgerð, hann sjálvur hevur tikið, stendur í boðunum, skrivar Sermitsiaq.

Blaðið hevur roynt at fáa viðmerkingar frá nevndarformanninum um avgerðina, men hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, skrivar blaðið.

Útbygging í kreppu

Nevndarformaðurin leggur frá sær, samstundis sum ein av útbyggingunum er í kreppu, skrivar blaðið.

Í august varð gjørt av ikki at taka av tilboði um at útbyggja floghavnina í Qaqortoq, tí boðið var hægri enn játtanin.

Tá mælti nevndarformaðurin til at stytta flogbreytina, fyri at fáa ætlanina at halda, men tað hugskotið fekk ilt í fólk í Suðurgrønlandi, sum ikki vilja hava eina styttri breyt. Roknað verður við, at tað verður torført at fáa fleiri pengar til øktu útreiðslurnar, skrivar Sermitsiaq.

Drúgvar royndir

Johannus Egholm Hansen hevur verið nevndarformaður í felagnum, Kalaallit Airports í trý ár og sjey mánaðir. Og hann hevur m.a. sett sjøtul á at útbyggja floghavnina í Nuuk og Illulisat.

Frammanundan hevði hann drúgvar royndir av slíkum virksemi, og var m.a. næstformaður í nevndini fyri Vága Floghavn, sum varð útbygd frá 2009 til 2014, skrivar blaðið.

Í boðunum í gjár sigur Johannes Egholm Hansen, at hann er sannførdur um, at íløgan í nýggju floghavnirnar í Grønlandi, er ein tann besta íløgan, sum Grønland hevur gjørt, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136