Dronur endurskaptu World Trade Center-tornini til minnist um tey deyðu

Dronur endurskaptu World Trade Center-tornini til minnist um tey deyðu
2977 fólk lótu lív í yvirgangsatsóknunum 11. september 2001, og 2977 dronur endurskaptu World Trade Center tornini í New York í sambandi við 25 ára minningarhaldið
11.09.2026 - 12:30

Í dag eru 25 ár liðin síðani tvey flogfør flugu inn í World Trade Center-tornini í New York. Yvirgangsatsóknin kravdi fleiri túsund mannalív. '

Atsóknirnar á World Trade Center-tornini í New York vóru bara tvær av fýra yvirgangsatsóknunum hendan dagin. Eitt flogfar bleiv eisini flogið inn í amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, í Washington, meðan eitt fjórða flogfar bleiv vil vilja flogið niður á eina fløtu í Pennsylvania, tá ferðafólkini royndu at taka yvirgangsmenninar av ræði. 

Samanlagt 2977 fólk vóru dripin í yvirgangsatsóknunum 11. september 2001, og í sambandi við 25 ára minningarhaldið í New York blivu World Trad Center-tornini endurskapt av 2977 dronum til minnist um tey deyðu. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723