Nýtt umboðsráð valt

Nýtt umboðsráð valt
Tóra við Keldu í Klaksvík fekk flestar atkvøður, nú 18 fólk vórðu vald í umboðsráðið hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna hjá Betri samtakinum
 
01.10.2020 - 07:22

Tóra við Keldu fekk 494 atkvøður. Olaf í Garði Joensen á Eiði varð nummar tvey. Hann fekk 461 atkvøður. Tey eru bæði afturvald.

Fýra kvinnur og 14 menn eru vald, skrivar in.fo. 37 fólk stillaðu upp. 35 fólk eru í umboðsráðnum, og 18 blivu vald nú. 15 kvinnur stillaðu upp nú.

Tá hini 17 í umboðsráðnum vórðu vald í 2018, stillaði eingin kvinna upp. Valrætt høvdu 22.087 fólk. 7.431, 34 prosent valdu. 

Fólk, sum hava trygging hjá Betri, kunnu velja fólk í Umboðsráðið. Umboðsráðið er aðalfundur hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna og velur til dømis nevndina í felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928