Sjey skip fingið tillutað ískoytiskvotur

Sjey skip fingið tillutað ískoytiskvotur
Jupiter, Arctic Voyager, Fram, Vesturbúgvin, Eysturbúgvin, Katrin Johanna og Hoyvík fáa ískoytiskvotur. 16 umsóknir komu inn
Jupiter er eitt av uppsjóvarskipunum, sum hevur fingið tillutað ískoytiskvotu
 
01.10.2020 - 08:19

Um avgerðina skrivar Fiskimálaráðið:

Øll skipini, sum fáa tillutað ískoytiskvotu, og eru virkin í uppsjóvarvinnu eina, fáa tillutað eins stóra nøgd. Mett verður, at virkisøki teirra er á líknandi støði, og rættast er at leggja somu niðurstøðu fyri hesi skip, hvat tørvi á ískoytiskvotu viðvíkur.

Øll skipini uttan Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava fingið tillutað 990 tons av norðhavssild. Vesturbúgvin hevur fingið tillutað 447 tons av norðhavssild, meðan Eysturbúgvin ikki søkti um part av kvotuni av norðhavssild.

Fingu 16 umsóknir

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava fingið 195 tons av makreli, meðan restin av skipunum, Jupiter, Arctic Voyager, Fram, Katrin Johanna og Hoyvík hava fingið tillutað 490 tons av makreli.

Um orsøkina at lata Vesturbúgvanum og Eysturbúgvanum minni ískoytiskvotur, skrivar Fiskimálaráðið:

Umframt fiskidagar hava hesi skip eisini gulllaksakvotu, ið tryggjar støðugan rakstur í fleiri mánaðir um árið. Tí er avgerð tikin um at lata hesum skipunum minni ískoytiskvotu enn hinum.

16 umsóknir komu inn til ískoytiskvoturnar, sigur Fiskimálaráðið. Samlaða nøgdin av makreli og norðhavssild, sum bleiv býtt út sum ískoytiskvotur, var ávikavist 2.840 og 5.397 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815