Bíða enn eftir kunngerð um hundar og kettur

Bíða enn eftir kunngerð um hundar og kettur
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið viðger í løtuni hoyringarskriv, og hon verður helst liðug seinni í hesum mánaðinum
Broytingin í kunngerðini um at innflyta hundar og kettur er í løtuni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
 
06.10.2020 - 15:30

Fyrst í juni mánaði sendi Umhvørvis- og Vinnumálaráðið uppskot til hoyringar um broytingar í kunngerðini um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni. Broytingar, sum gera, at tað fer ikki at bera til at hava hund ella kettu við sær, tá farið verður av landinum.

Hetta eru fýra mánaðir síðani, og úr Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum verður sagt, at málið í løtuni liggur hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Ráðið sigur, at tað komu rættiliga nógv hoyringarskriv inn, og tey verða nú verða viðgjørd.

Longd til 1. september

Upprunaliga hoyringarfreistin var 25. juni, men hon varð seinni longd til 1. september.

Til dømis gjørdi Seyðahundasamband Føroya vart við sína ónøgd, tí ætlaða broytingin fer at forða føroyskum seyðahundum í at fara til kappingar uttanlands.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at viðgerðin av hoyringarskrivunum helst verður liðug í seinnu helvt av hesum mánaðinum, og síðani verður støða tikin til, hvat skal henda við broytingaruppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659