- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin í Kirgisistan leggur frá sær

Forsetin í Kirgisistan, Sooronbai Jeenbekov, leggur frá sær fyri at forða fyri fleiri samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir.
- Eg vil ikki fara í søguna sum forsetin, sum loyvdi blóðbaði, og at fólk í landinum vórðu skotin. Tí leggi eg frá mær, boðar forsetin frá.
Politisk kreppa hevur verið í landinum, eftir at almenna valúrslitið á forsetavalinum fyri 11 døgum síðani vísti, at stjórnarflokkarnir vunnu valið. Teir fingu 80 prosent av atkvøðunum.
Mótmæli hava verið, og fólkið hevur kravt, at forsetin leggur frá sær.
Í høvuðsstaðnum, Bishkek, vóru fleiri hundrað fólk í gøtunum í gjár, og mótmælini hildu fram í morgun.
1200 fólk løstað
So seint sum í gjár segði Jeenbekov, at hann ongar ætlanir hevði um at leggja frá sær, og at hann ætlar at verða sitandi, til friður aftur valdar í landinum.
Meira enn 1.200 fólk hava fingið løstir í samanbrestum við trygdardeildir og mótmælisfólk, síðani mótmælini byrjaðu fyri 10 døgum síðani.
Mótmælisfólk hava brotið inn í tjóðartingið og aðrar bygningar.
Sambært andstøðuni og óheftum valeygleiðarum, er umfatandi valsvik framt á valinum, millum annað keyptar atkvøður.
Mótmælini hava lagt trýst á kirgisisku valnevndina, og hon ógildaði valið fyri eini viku síðani, skrivar Reuters.

























