Vil kunna seg um málið fyrst

Vil kunna seg um málið fyrst
Bjarni Arnason hevur tikið við sum formaður í Føroya Tele
Bjarni Arnason er nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele
 
21.10.2020 - 10:50

Nýggi formaðurin í Føroya Tele eitur Bjarni Arnason.

Hann varð valdur í nevndina á eykaaðalfundi í gjár, og bleiv síðani formaður.

Bjarni Arnason vil einki siga enn um ætlanir sínar í formanssessinum í Føroya Tele. Hann vil hava nakrar dagar at kunna seg um tað, sum hendir í Føroya Tele, sigur hann.

Ómar Svavarsson, sum var nevndarformaður í Føroya Tele, segði seg úr nevndini 4.september.

Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, segði eisini upp tá. 

Men hann er í starvinum enn, tí hann hevur seks mánaða uppsagnartíð.

Johnni M. Poulsen, næstformaður, var virkandi formaður í nevndini hjá Føroya Tele til í gjár. 

Avgreiða stjórastarvið

Eitt tað fyrsta, sum nýggi formaðurin í Føroya Tele skal avgreiða, er stjórastarvið.

Nevndin setur og loysir úr starvi stjóra felagsins.

Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud., grannskoðari, í CBS, Copenhagen Business School.

Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði stórum og smáum fyritøkum.

Hann hevur millum annað verið grannskoðari hjá Kalli. 

Bjarni Arnason eigur í dag ein part av granskoðanarvirkinum NUMO, har hann eisini er stjóri.

Landsstýrið velur fýra fólk í nevndini hjá Føroya Tele.

Tey eru Bjarni Arnason, Johnni M. Poulsen, Annbritt Tummasdóttir Nielsen og Lena L. Mohr.

Harafturat velja starvsfólkini tríggjar nevndarlimir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533