Helgi vann alt á fjallasúkkluni

Helgi vann alt á fjallasúkkluni
Helgi Winther Olsen skúgvaði alla mótstøðu til viks, tá hann vann føroyameistaraheitið í fjallasúkkling um vikuskiftið
Helgi Winther Poulsen vann FM í fjallasúkkling
 
26.10.2020 - 14:35

Helgi Winther Olsen vann bæði Cross Country og Criterium-kappingina, tá kappast varð um føroyameistaraheitið í fjallasúkkling um vikuskiftið.

Leygardagin vann sterki súkklarin á Hilmari Hansen og Dáva Magnussen á gøtunum framvið Oyggjarvegnum, har súkklað varð í 90 minuttir.

Dagin eftir var hann aftur skjótastur á gøtunum við Eiðrargarð, har súkklað varð í 30 minuttir. Eisini har royndi Hilmar Hansen at fylgja við, men mátti sleppa so líðandi.

Elsa og Birita vunnu hjá kvinnunum

Elsa Berg var einasta kvinnan, sum tók lut í Cross Country-kappingini leygardagin, so hon vann uttan kapping frá øðrum við tíðini 1:38: 55.

Dagin eftir var Elsa Berg ikki við, men tað vóru Birita Poulsen og Anna Sofía Zachariassen. Av teimum báðum var Birita Poulsen hin stinnara og vann eisini sannførandi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786