Landsdystir í hondbólti útsettir

Landsdystir í hondbólti útsettir
Eingin landsdystur verður í høllini á Hálsi 7. november, tí báðir hondbóltslandsdystirnir við monnum móti Kekkia - bæði úti og heima - eru útsettir
Útsettir: Hesir sleppa kortini ikki at spæla landsdyst á heimavølli
 
28.10.2020 - 15:07

Tað verður ongin landsdystur við hondbóltslandsliðnum hjá monnum í høllini á Hálsi 7. november. 

Báðir dystirnir móti Kekkia, sum annars skuldu spælast 4. og 7. november, eru útsettir, skrivar hsf.fo.

Orsøkin er versnandi støðan á evropeiska meginlandinum viðvíkjandi koronuvirusinum. 

Kekkiska hondbóltssambandið hevur boðað frá, at myndugleikarnir í Kekkia í løtuni ikki loyva fólki at savnast, og tað er heldur ikki loyvt at spæla hondbóltsdystir. Kekkiska kappingin er steðgað fyribils, og spælararnir venja heldur ikki.

Eisini vilja hondbóltsfeløg, millum annað úr týsku Bundesliguni, treyðugt loyva kekkisku spælarum sínum at spæla landsdyst.

Tí hevur evropeiska hondbóltssambandið, EHF, gjørt av at útseta dystirnar millum Føroyar og Kekkia og aðrar dystir í undankappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891