Munurin minkar í nýggjari kanning

Munurin minkar í nýggjari kanning
Tað stendur næstan á jøvnum ímillum Donald Trump og Joe Biden fimm dagar undan forsetavalinum í USA
Donald Trump og Joe Biden í sjónvarpsskjaki í síðstu viku. Tað stendur mest sum á jøvnum ímillum teir fáar dagar áðrenn valið
 
29.10.2020 - 07:44

Donald Trump, forseti er við at fóta sær millum veljararnar í Florida, og sambært eini kanning hjá Reuters og Ipsos, stendur næstan á jøvnum ímillum hann og Joe Biden.

Ein onnur kanng hjá tíðindastovuni Reuters og greiningarfyritøkuni Ipsos vísir eisini, at tað stendur á jøvnum í Arizona.

Munurin tvey prosent

Reuters og Ipsos hava gjørt kanning ímillum tey sum ætla at velja í seks statum, nú minni enn ein vika er eftir til forsetavalið, sum verður týsdagin.

Teir statirnir fara at gera av, um Donald Trump kann halda fram sum forseti, ella um Joe Biden skal flyta inn í Hvítu húsini.

Kanningin vísir, at Biden er frammanfyri við 49 prosentum, ímóti 47 í Florida, so har er munurin lítil. Í Arizona stendur Biden til 48 prosent og Trump til 46 prosent.

Biden hevur munin

Í Michigan fær Biden 52 prosent og Trump 43 prosent. Í North Carolina er støðan 49 prosent til Biden og 48 til Trump.

Í Wisconsin fær Biden 53 prosent og Trump 44 prosent, og í Pennsylvania fær Biden 50 prosent og Trump 45 prosent.

Samlað fyri alt landið liggur Joe Biden klárt á odda at vinna forsetavalið. Yvir 70 milliónir fólk hava longu greitt atkvøðu, sambært US Election Project, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065