Drápið í Nice: Ein maður tikin

Drápið í Nice: Ein maður tikin
Maðurin er skuldsettur fyri at hava hjálpt tunesaranum, sum drap trý fólk í Nice
Løgreglan á varðhaldi uttan fyri dómkirkjuna í Nice, har fleiri fólk vórðu dripin í gjár
 
30.10.2020 - 11:20

Franska løgreglan hevur handtikið ein 47 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava havt samband við unga mannin, sum í gjár drap trý fólk og særdi fleiri onnur í Nice.

Tað skrivar Reuters.

Sambært blaðnum, Nice-Matin, varð maðurin handtikin í gjárkvøldið í Nice undir illgruna fyri at hava hjálpt 21 ára gamla tunesaranum við at geva honum eina telefon.

Tunesarin var komin til Fraklands fyrst í oktober, upplýsti franski ríkisákærin, Jean-Francois Ricard, á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Hann kom um italsku oynna Lampedusa 20. september.

Lampedusa er eitt av teimum støðum, hagar nógvir bátar við ferðafólki úr Norðurafrika koma.

Fór beina leið til kirkjuna

Sambært AP kom maðurin til Nice í gjáramorgunin. Hann fór beina leið til kirkjuna í miðbýnum í Nice, har hann leyp á fleiri fólk við  knívi.

Tað einasta, maðurin hevði uppi á sær, tá hann varð tikin, vóru skjøl frá italska Reyðakrossi, sum váttaðu, nær hann var komin til Italia, eina koran, tvær fartelefonir og fleiri knívar.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, kallar álopið í gjár fyri eina islamistiska yvirgangsatsókn og  álop á franska tjóðarandan. 

Macron lovaði samstundis, at hann fer at tvífalda talið av herfólki kring skúlar og kirkjur, so at tað verða umleið 7.000 fólk, sum skulu verja og forða fyri slíkum álopum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819