- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsmaður kom til Fraklands fyri stuttum

Trý fólk lótu lív tá maðurin fór at gera um seg við stórum knívum í Notre Dame-kirkjuni í Nice, áðrenn løgreglan megnaði at steðga manninum.
Yvirgangsmaðurin var komin til Fraklands fyrst í oktober, upplýsti franski ríkisákærin Jean-Francois Ricard á tíðindafundi í gjárkvøldið.
Kom til fraklands í september
Maðurin kom umvegis italsku oynna Lampedusa 20. september. Lampedusa er eitt av teimum støðum har tað koma nógvir bátar við flóttafólki úr Norðurafrika.
Sambært AP kom maðurin til Nice í gjáramorgunin og fór beina leið til kirkjuna, sum liggur í miðbýnum í Nice, har hann leyp á fleiri fólk við langum knívum.
Tað einasta, maðurin hevði á sær, tá hann varð tikin, vóru skjøl frá italska Reyða krossi, sum váttaðu nær hann var komin til Italia, eina koran, tvær fartelefonir og fleiri knívar.
Triðja álopið eftir stuttari tíð
Álopið í gjár var tað triða innan tveir mánaðir, skrivar Danmark Radio. Tað hevur nú fingið fronsku myndugleikarnar til at seta tilbúgvingina á hægsta stig.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, kallaði álopið í Nice í gjár fyri eina islamistiska yvirgangsatsókn og eitt álop á franska andan.
Macron lovaði samstundis, at hann fer at tvífalda talið av herfólki við skúlar og kirkjur, so at tað framyvir vera um 7.000 fólk, ið skulu verja og forða fyri slíkum álopum.
























