Ógreitt hvar veðurstovnurin verður

Ógreitt hvar veðurstovnurin verður
Arbeiðið at menna nýggju veðurtænastuna byrjar sum skjótast, eftir at fígging er fingin til vega, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur, at í fyrstu syftu skulu tveir veðurfrøðingar starvast á nýggja veðurstovninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2020 - 16:29

Eingin støða er tikin til, hvar føroyski veðurstovnurin skal vera.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um málið.

Hvussu nógv fólk fara at starvast á stovninum, verður ikki greitt, fyrr enn fígging er fingin til vega, væntandi 1. januar, tá fíggjarlógin er avgreidd.

Tveir veðurfrøðingar

Men Jacob Vestergaard sigur, at miðast skal eftir at seta tveir veðurfrøðingar í fyrstu syftu, umframt starvsfólk, sum eru neyðug at veita og menna tænastuna.

Arbeiðið at menna stovnin verður eftir ætlan í neyvum samstarvi millum serfrøðingabólkin og umboð fyri Fiskimálaráðið, Vørn ella Havstovuna. 

Jacob Vestergaard dugir ikki at siga, nær veðurstovnurin fer til verka, men arbeiðið at menna tænastuna byrjar sum skjótast, eftir at fígging er fingin til vega, sigur hann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136