Landsstýrismaðurin skal áseta fiskidagar

Landsstýrismaðurin skal áseta fiskidagar
Skipanin um eyka fiskidagar fyri livur, sum verður avreidd, verður víðkað til eisini at fevna um annan innvøl
Nú fær landsstýrismaðurin sjálvur heimild til at áseta fiskidagar
 
04.11.2020 - 14:43

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal nú fáa heimild at áseta fiskidagar í kunngerð. Higartil hevur skipanin verið tann, at løgtingið hevur samtykt fiskidagarnar, sum síðani eru ásettir í lógini.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um broytingar í sjófeingislógini. 

Skipanin um at flyta óbrúktar fiskidagar til fiskiárið eftir, heldur fram, men í framtíðini verður tað landsstýrismaðurin, sum setur skipanina í verk við kunngerð.

Livur og annar innvølur

Skipanin við livradøgum, har fiskifør fáa eyka fiskidagar, um tey avreiða livur, heldur fram, og hon verður víðkað til eisini at fevna um annan innvøl.

Og skotið verður upp at broyta skipanina fyri útróðrarbátar undir 15 tons, soleiðis at opnir, føroyskt bygdir bátar, verða tiknir úr fiskidagaskipanini og skipaðir í ein nýggjan bólk fyri seg. 

Gildistíðin á veiðirættindum verður longd eitt ár, frá 1. januar 2021.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672