Forsetin í Kosovo leggur frá sær

Forsetin í Kosovo leggur frá sær
Hacim Thaci er skuldsettur fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini
Hacim Thaci, forseti í Kosovo, hevur lagt frá sær
 
05.11.2020 - 14:48

Forsetin í Kosovo, Hacim Thaci, leggur frá sær alt fyri eitt, skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Hann leggur frá sær, tí hann skal fyri ein serligan dómstól í Haag, skuldsettur fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini, skrivar AP-tíðindastovan.

Avgerðina at leggja frá sær kunngjørdi hann á tíðindafundi í høvuðsstaðnum, Pristina. 

Hann segði, at hann vil verja virðingina fyri forsetaembætinum.

Formaðurin eisini lagt frá sær

Hann boðaði frá hesum stutt eftir, at formaðurin í flokkinum hjá Thaci, Kadri Veseli, segði, at hann eisini er ákærdur, og legði tí frá sær sum formaður beinanvegin.

Thaci, Veseli og fleiri onnur skulu, sambært ákæruni, hava framt meira enn 100 dráp og brotsverk móti mannaættini, millum annað politiskum mótstøðufólkum av ymsum etniskum uppruna.

Thaci hevur verið forseti síðani 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401