- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden nærkast 270: Trump kemur við nýggjum ákærum

– Telja vit tær lógligu atkvøðurnar, so vinni eg lættliga. Telja tit ólógligu atkvøðurnar, so royna tey at stjala valið frá okkum, segði Donald Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í nátt.
Fleiri amerikanskar sjónvarpsstøðir hildu ákærurnar í røðuni hjá Donald Trump vera so mikið ógvusligar og ógrundaðar, at tær góvust at senda frá tíðindafundinum.
Floksfelagar taka frástøðu frá røðu
Heldur ikki allir floksfelagar hjá Donald Trump eru fegnir um røðuna. Fleiri kendir republikanarar finnast at Trump og biðja hann koma við prógvum um valsvik.
Millum annað krevur republikanski guvernørurin í New Jersey, Chris Christie, sum vanliga stuðlar Donald Trump, nú prógv fyri ákærnar.
– Vit hava eingi prógv fingið. Hevur hann grein í sínum máli, so verði eg eisini í øðini, men fer hann skeivur, so skulu amerikanarar hava álit á skipanini og at valið er rættvíst.
Senatorur: Nógv var betri ósagt
Ein annar kendur Trump-stuðul, senatorurin Rick Sanatorum, sigur, at retorikkurin hjá forsetanum er ov vandamikil. Sanatorum sigur, at nógv, sum forsetin hevur sagt, eigur forsetin í USA ikki at siga.
Republikanski guvernørurin í Maryland, Larry Hogan, finst eisini at Donald Trump eftir tíðindafundin í nátt okkara tíð.
– Viðmerkingarnar hjá forsetanum í kvøld kunnu ikki verjast, og tær undirgrava okkara fólkaræðisligu tilgongd. Amerika telur atkvøðurnar nú, og vit skulu virða úrslitið, eins og vit altíð hava gjørt, sigur Hogan.
Sera tætt millum Biden og Trump
Tað stendur mest sum á jøvnum millum forsetavalevnini bæði, og í avgerðandi statum liggja teir, sum áður nevnt, sera javnt. Í Pennsylvania er uppteljingin ikki liðug.
Nú hevur Biden 49,2 prosent av atkvøðunum og Donald Trump 49,5 prosent. Í Georgia var Trump í nátt á odda við 1.267 atkvøðum, og báðir hava fingið hvør síni 49,2 prosent av atkvøðunum.
Nú eru bara umleið 12.000 atkvøður eftir at telja í Georgia, og einar 4.000 av teimum eru úr Clayton County, har Biden higartil hevur fingið 71 prosent av atkvøðunum.























