Fólkakæri Føroyavinurin Ásgeir Trausti á G! við bólki og nýggjari plátu

Fólkakæri Føroyavinurin Ásgeir Trausti á G! við bólki og nýggjari plátu
Íslendski vinur føroyinga og G!, heimskendi Ásgeir Trausti, verður aftur at hoyra á G! festivalinum í ár ísambandi við, at hann hevur útgivið plátuna "Julia"
Ásgeir Trausti er enn einans 33 ára gamal, hóast tað virkar, sum hann burdi verið eldri
Mynd: PR-mynd  
 
31.03.2026 - 11:09

Ásgeir Trausti er enn einaferð í toppformi á nýggju plátuni "Julia", ið komu út 13. februar. 

Í tí sambandi, so kemur 33 ára gamli íslendingurin á G! festivalin í summar at spæla. 

Við sær til Føroya hevur Ásgeir eisini bólk sín. 

 

Føroyavinur

Ásgeir er ein sannur Føroyavinur, tí hann hevur vitjað rættiliga ofta her á klettunum og spælt konsertir, og tað er at fegnast um, tí talan er um ein tónlistamann í heimsflokki. 

Seinast var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í fjørheyst, tá Ásgeir spældi ein konsert saman við Pálsdóttir-systrunum, Eivør og Elinborg. 

Hetta var endabresturin á einari longri felags evropiskari konsertferð hjá teimum trimum. 

Serliga solo-konsertferðin hjá Ásgeiri í Føroyum í 2026, tá hann spældi í Norðurlandahúsinum, Tøting og Listastovuni, var nakað serligt.

Hjá teimum, ið vóru til konsertirnar, gevur tað gásahold bara at hugsa um tær. 

 

Kendur fyri sína bleytu falsett 

Ásgeir er eitt hitt kendasta navnið nakrantíð úr Íslandi.

Hann er serliga kendur fyri sína eyðkendu bleytu falsett og djúphugsna huglag í løgunum.

Eisini er hann, hóast stillførur, ein undangongumaður og stór kelda til íblástur hjá mongum lagsmiði og framleiðara, tí hann altíð megnar at leggja okkurt áhugavert afturat tónleikinum, sum annars kennist so lættur at lurta eftir.

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16.-18. juli


Higartil kunngjørd tónleikanøvn:

Clickhaze (FO)
Oliver Tree (US)
Ásgeir (IS)
Frændur (FO) 
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Silvurdrongur (FO)
Moyka (NO)
Lea Kampmann (FO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Jerub (UK)
Tunghoyrt (FO)
AySay (DK)
Sakaris (FO)
Døgg Nónsgjógv (FO)
Marianna Winter (FO)
Lynks (UK)
Alterne (DK/ES/BE)
Bolstad (FO)
Duo Ruut (ES)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424