Smoltstøðin í Skálavík fingið umhvørvisgóðkenning

Smoltstøðin í Skálavík fingið umhvørvisgóðkenning
Øll viðurskifti eru ikki komin upp á pláss enn, men ætlanin er at smoltstøðin skal lata upp í summar
Smoltstøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík hevur fingið umhvørvisgóðkenning.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
31.03.2026 - 09:23

Smoltstøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning. 

Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. 

Smoltstøðin er ætlað at framleiða upp í átta milliónir smolt, sum eru umleið hálvt kilo, at seta á sjógv. Støðin hevur vatnreinsiskipan, har vatnið verður endurnýtt. Alt er á høgum stigi. 

Smoltstøðin leiðir spillvatnið frá rakstrinum út á umleið 15 metra dýpi norðan fyri smoltstøðina. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast av virkseminum.

Í umhvørvisgóðkenningini er dentur lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphópan á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Bakkafrost Freshwater ger kanningar av botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.

Eisini eru treytir settar til, at virksemið á smoltstøðini ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.

Avgerðin kann kærast til landstýrisfólkið við umhvørvismálum í seinasta lagi 27. apríl 2026.

 

Ætla at lata upp í summar

Hóast umhvørvisgóðkenningin nú er komin, er ymiskt annað, ið eisini skal  koma upp á pláss, áðrenn støðin ætlandi letur upp í summar. Millum annað er ræðisrætturin til vatnið, sum smoltstøðin skal brúka, ikki komið upp á pláss.

Eigararnir av haganum vilja ikki lata ræðisrættin til vatnið frá sær. Tá semja ikki kundi fáast um vatnið, kom Búnaðarstovan upp í málið, og hevur síðani tikið ræðið av festaranum. 

Herfyri var landbúnaðarstevna í Skálavík, sum sýslumaðurin skipaði fyri, í sambandi við ósemjuna. Málið hevur eisini verið í Føroya Rætti, men Føroya Rættur vísti málinum frá sær.
 
Avgerðin hjá landbúnaðarstevnuni, um málið kann kærast til landsrættin, skuldi koma um nakrar vikur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482