Fleiri eiga meira, enn tær skylda

bannari
Fleiri eiga meira, enn tær skylda
Níggju kommunur í Føroyum áttu fleiri pengar enn tær skyldaðu í fjør. Best fyri er Húsavíkar kommuna
 
09.11.2020 - 08:06

Húsavíkar kommuna átti 53.800 krónur fyri hvørt fólk í kommununi, sum umfatar bygdirnar Húsavík, Dal og Skarvanes. Hagstovan hevur gjørt upp fíggjarstøðuna hjá kommununum í 2019.

Aftaná Húsavík koma Hvannasund, Kunoy, Skúgvoy, Famjin, Viðareiði, Hov, Tórshavn og Skálavík. Hjá 19 kommunum er skuldin størri enn ognin.

Nógv mest skyldar Vágs kommuna, 41.000 krónur fyri fólkið. Nettoskuldin hjá kommununum í Føroyum er 8.900 krónur í miðal. Bara fimm kommunur skylda minni enn tað.

Hagstovan skrivar, at Fugloyar kommuna er ikki við, tí tølini fyri 2018 og 2019 ikki eru endaliga uppgjørd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391