Alingin í Skotlandi gav hall

Alingin í Skotlandi gav hall
Aligeirin hjá Bakkafrosti í Skotlandi gav hall í triðja ársfjórðingi í ár. Rakstarhallið var 28,4 milliónir krónur
 
10.11.2020 - 10:43

10.500 tons av laksi í kruvdari vekt vórðu tikin. Í Føroyum tók Bakkafrost 11.100 tons.

Aligeirin í Føroyum gav 96,6 milliónir krónur í vinningi. Bakkafrost hevur sett nógv meira smolt út í ár enn í fjør.

Til 1. oktober setti Bakkafrost út knappliga 14 milliónir smolt. Í fjør var talið 7,7 milliónir. Í ár eru 8,7 milliónir smolt sett út í Føroyum og 5,2 milliónir í Skotlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891