126 fyritøkur fáa fimm milliónir í koronustuðli

126 fyritøkur fáa fimm milliónir í koronustuðli
Taks hevur gjørt tølini í hjálparpakka 2 upp. Størsta stuðulsupphæddin var 240.000 kr.
126 fyritøkur fingu Covid 19-stuðul til fastar útreiðslur
 
23.11.2020 - 14:19

Hjálparpakki 2, har fyritøkur kundu søkja um COVID 19-stuðul til fastar útreiðslur, er nú endaliga uppgjørdur.

Samlaða stuðulsupphæddin er slakar fimm milliónir krónur, sum verða býttar millum 126 fyritøkur, upplýsir Taks.

Fyritøkur kundu søkja um stuðul til fastar útreiðslur, alt eftir hvussu nógv umsetningurin væntaðist at minka í stuðulstíðarskeiðnum, sum var frá 1. apríl til 30. juni.

Minkaði umsetningurin 40 til 60 prosent, var stuðulin helmingurin av føstu útreiðslunum. Og minkaði umsetningurin 60 til 100 prosent, var stuðulin tríggjar fjórðingar av útreiðslunum.

Fyribils útgjald

Stuðulin varð útgoldin fyribils, og tá ið endaliga afturgongdin í umsetninginum var staðfest, bleiv mótroknað.

Summar fyritøkur høvdu størri afturgongd enn væntað, og tær kundu fáa meiri stuðul. Aðrar høvdu minni, og tær kundu koma í ta støðu at skula rinda stuðul aftur. Varð afturgongdin minni enn 40 prosent, skuldi allur stuðulin rindast aftur.

44 fingu meira

Í fyrsta umfari vórðu góðar seks milliónir krónur útgoldnar, men eftir endaligu uppgerðina fingu 44 fyritøkur meiri stuðul, og 82 skuldu gjalda stuðul aftur, heilt ella lutvíst.

Soleiðis gjørdist endaliga stuðulsupphæddin til tær 126 fyritøkurnar í alt 4 milliónir 973.830 krónur.

Størsta stuðulsupphæddin var 240.000 krónur, sum var lógarhámarkið, og tann minsta var 4.603 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860