Tvøroyri: Fíggjarætlanin javnvigar við 97,6 mió.

Tvøroyri: Fíggjarætlanin javnvigar við 97,6 mió.
Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt
Skattaprosentið og barnafrádrátturin á Tvøroyri vera óbroytt næsta ár
 
02.12.2020 - 14:50

Tvøroyrar býráð samtykti mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2021.

Fíggjarætlanin javnvigar við 97,6 milliónum krónum. Í 2019 var fíggjarætlanin 104 milliónir. 

Inntøkurnar frá persónsskatti, avgjøldum og afturberingini av eldratænastuni taka støði í metingunum hjá TAKS.

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu næsta ár verða mettar til 86,1 millión krónur. Tað eru slakar fýra milliónir meira enn í ár. Vøksturin er 4,8 prosent.

Skattaprosentið í Tvøroyrar kommunu er í løtuni 20,9 prosent, og tað verður tað eisini í 2021.

Eisini barnafrádrátturin verður órboyttur í næsta ár, 7.000 krónur fyri hvørt barnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179