- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at herða reglurnar um rúsdrekkasølu í Grønlandi

Grønlendska heilsuráðið mælir til at herða reglurnar fyri sølu av rúsdrekka í Grønlandi.
Ráðið mælir millum annað til, at tað almenna fær einkarrætt at selja rúsdrekka, at aldursmarkið verður hækkað upp í 21 ár, og at rúsdrekka ikki verður selt í handlum um vikuskiftið.
Tað skrivar danska kringvarpið, DR, nú grønlendska heilsuráðið leggur fram sína árligu frágreiðing.
Sambært formanninum í heilsuráðnum, Kjeld Møller Pedersen, er rúsdrekkanýtslan í Grønlandi ov stór, og hon hevur álvarsligar avleiðingar fyri børn og familjur.
Málið aftur á breddanum
Trupulleikarnir við rúsdrekka eru aftur á breddanum í Grønlandi, eftir eitt dráp í Nanortalik í síðstu viku.
Ein 37 ára gamal maður varð dripin, og í kjalarvørrinum varð øll søla og skeinking av rúsdrekka fyribils bannað í kommununi Kujalleq í Suðurgrønlandi.
Sambært grønlendsku løgregluni er rúsdrekka uppi í meira enn helvtini av øllum kynsligum brotsverkum í landinum.
Tilmæli um at herða rúsdrekkalóggávuna í Grønlandi hava áður verið latin politisku skipanini, men enn er eingin politisk avgerð tikin um at seta tey í verk.



























