Setrið ger leiðreglur um koronu

Setrið ger leiðreglur um koronu
Lesandi, sum gestir, ið gista, skulu ikki koma í bygningarnar hjá Setrinum, fyrr enn gesturin hevur fingið negativa roynd seks dagar eftir komu
 
03.12.2020 - 10:13

Nú jólini nærkast, og nógvir útisetar koma heim at halda jól, er neyðugt at vera á varðhaldi og forða fyri smittu. 

Fróðskaparsetrið hevur sent út nýggjar leiðreglur fyri síni lesandi í sambandi við koronu. 

Frá í morgin, 4.desember, skulu lesandi, sum fáa liggjandi gestir úr reyðari sonu uttanlands, ikki koma í bygningarnar hjá Setrinum, fyrr enn gesturin hevur fingið negativa koronuroynd seks dagar eftir komu til Føroyar. 

Tosa við lestrarvegleiðaran

Lesandi í hesi støðu eiga at tosa við lestrarvegleiðara sín um støðuna, og hvussu hon kann handfarast. 

Somu ásetingar eru galdandi fyri starvsfólk.

Myndugleikarnir mæla frá allari óneyðugari ferðing til onnur lond, og tí eiga starvsfólk ikki at fara á arbeiðsferð uttan við loyvi frá dekani ella fyrisitingarstjóra, skrivar Setrið m.a. á heimasíðu síni, sum annars vísir til leiðreglurnar á korona.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342