Samgongumenn harta landsstýrið

Samgongumenn harta landsstýrið
Landsstýrið fær av at vita frá sínum egnu monnum í Vinnunevndini, tí tað ikki hevur fingið sær smittufyribyrgjandi heimildir
Samgongumenninir í Vinnunevndini finnast at landsstýrinum, tí tað ikki hevur fingið sær smittufyribyrgjandi heimildir
 
04.12.2020 - 13:02

Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen, sum umboða samgonguflokkarnar í Vinnunevndini, siga tað vera átaluvert, at landsstýrið aftur biður um at sleppa at gera av, nær skeinkingarstøð lata aftur.

Hóast Vinnunevndin longu í summar segði, at landsstýrið eigur at fáa sær rættar heimildir at forða fyri smittuspjaðing, hevur landsstýrið ikki gjørt tað.

Tá landsstýrismaðurin í vinnumálum í summar bað um heimild til at steingja matstovur og skeinkingarstøð, segði Vinnunevndin, at tað er ikki í samsvari við gott lógarsmíð at brúka matstovulógina til hetta endamálið, sum er at forða fyri smittuspjaðing.

Brúk fyri aðrari lóg

Stórar mannfjøldir eru eisini aðrastaðni, enn í matstovum og skeinkingarstøðum, og tí er brúk fyri einari lóg, sum umfatar  øll støðini, har sum nógv fólk koma saman. 

Vinnunevndin heldur ikki, at tað er rætt at brúka matstovulógina til at forða fyri smittuspjaðing.

Nevndin sigur eisini, at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur evstu ábygd av smittuverju, ikki landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum. 

Vinnunevndin útilokar ikki, at endurgjaldskrøv koma frá matstovum og skeinkingarstøðum.  

Meirilutin sigur nei

Meirilutin í Vinnunevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, vil ikki geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, loyvi til at áseta afturlatingartíðirnar hjá skeinkingarstøðunum.

Álitið um uppskotið kom í løgtingið i gjár.

Minnilutin í Vinnunevndini, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, tekur tó undir við uppskotinum, men vil hava heimildina at vera galdandi til 1.februar næsta ár.

Sambært uppskotinum skuldi heimildin vera til 31.desember í ár.

Um koronusmittan aftur ger um seg millum jól og nýggjár, er neyðugt, at lógin ikki fer úr gildi á nýggjárinum, siga samgongumenninir í Vinnunevndini. 

Og landsstýrið fær eisini tíð og høvi til at fáa tær røttu smittufyribyrgjandi heimildirnar til vegar, siga teir.

Teir halda, at tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin í vinnumálum enn einaferð kemur í tingið við hesari lógini.

Ikki smittað í náttarlívinum 

Vinnunevndin sigur seg eisini hava at fingið, at tað er ikki í náttarlívinum, tey flestu verða smittað.

Bjørt Samuelsen og Bjarni Kárason Petersen siga, at smittuverjulóggávan átti fyri langari tíð síðani at verið yvirtikin.

Henrik Old og Bjarni Hammer siga, at møguliga er hendan lógarbroytingin brot á heimastýrislógina.  

Vinnunevndin hevði uppskotið í meira enn tveir mánaðir, frá 22.september, og viðgjørdi tað á seks fundum.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera mikudagin í næstu viku.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737