Russar koppseta móti koronu

bannari
Russar koppseta móti koronu
Russar fara nú í holt við eina umfatandi koppsetingarætlan fyri koronusmittuna
 
06.12.2020 - 10:11

Russar fara nú í holt við eina umfatandi koppsetingarætlan fyri koronusmittuna. Læknar í russiska høvuðsstaðnum Moskva skulu koppseta tey mest útsettu fyrst og síðani hinar íbúgvarnar.

Talan er um eitt koppingarevni, sum russar sjálvir hava ment. Sambært russiskum granskarum verjir koppingarevnið móti koronu við 95 prosentum. Enn er ógreitt, hvussu nógv koppingarevni russisku myndugleikarnir kunnu framleiða.

Borgarstjórin í Moskva, sigur, at í fyrstu atløgu verður koppingarevnið bjóðað teimum, sum eru í aldrinum 18 til 60, sum arbeiða í skúlum, í sjúkrahúsverkinum og í russiska herinum. Hesin listin fer at vaksa, so hvørt sum meira koppingarevni verður framleitt, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514