Brexit avgerð útsett

Brexit avgerð útsett
Ongin avgerð varð tikin í gjárkvøldið um Brexit-avtaluna millum Bretland og ES
 
10.12.2020 - 06:36

Boris Johnson forsætisráðharri í Bretlandi, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-kommisjónini, samdust ístaðin um, at útseta endaligu avgerðina til sunnudagin.

Tað var úrslitið eftir at tey bæði høvdu ein døgurðafund í gjárkvøldið. Samráðingarnar hava staðið í botni síðstu dagarnar, tí langt er millum partarnar í nøkrum týðandi málum.

Partarnir framvegis langt frá hvørjum øðrum

Fundurin í gjár var tískil ein roynd at fáa glið á aftur, og møguliga góðtaka avtaluna, ið skal skipa viðurskiftini millum ES og Bretland frá nýggjárinum, tá skiftistíðarskeiðið, Bretland er í nú, endar.

Eftir fundin segði von der Leyen, at tað var ein lívligur og áhugaverdur fundur um ósemjurnar, men legði aftrat, at partarnir framvegis eru langt frá hvørjum øðrum.

Sambært ESkeldum, so er framvegis møguligt at fáa eina avtalu í lag, hóast báðir partar ásanna, at tað verður trupult.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221